Skúlin við Streymin

Stór veiting av leysum innbúgvi til nútímans skúla á Oyrarbakka

Í Arctic Import vita vit, hvat krevst fyri at skapa eina samtíðar- og nýtímans innrætting. Hetta varð enn einaferð prógvað, tá vit skuldu veita leyst innbúgv og annað til nýbygda og umvælda skúlan í vøkru bygdini, Oyrarbakki í Eysturoy.

Sunda kommuna sum umfatar heili 11 bygdir, heilt frá Hósvík og norður til Gjáar, hevur eins og flestu kommunur í Føroyum uppliva stóran vøkstur í fólkatalinum tey seinru árini. Fólkavøkstur setur økt trýst á fleiri øki hjá kommunum, og ikki minst tá talan er um skúlaøki. Tí var eisini neyðugt hjá Sunda Kommuna at gera íløgur í menningini av felagsskúlanum við Oyrarbakka. Skúlin við heitinum, “Skúlin við Streymin”, varð tí bygdur út við nýggjum fasilitetum so sum kantinuøki, ítróttarhøll og nógvum øðrum, so skúlin framhaldandi kundi vera ein savningarstaður fyri børn og ung í kommununi.

Í samband við umvælingina skuldu nógvu nýggju hølini innrættast við nýggjum innbúgvi. Samstundis varð eisini eldri parturin av skúlanum dagførdur við nýggjum innbúgvi. Báðar veitingarnar vóru tillutaðar til Arctic Import, sum eitt nú skuldi veita borð og stólar til fleiri floksstovur, eins og til nýggja kantinuøkið. Harumframt varð útvegað bóksavninum á skúlanum  innbúgv, umframt nógvu felagsøkini fingu uppihaldsstovuinnbúgv og serbenkur.

Samanhangandi designlinja

– Vit vunnu útboðið, tí vit vóru før fyri at veita besta sambandið millum prís og góðsku. Alt innbúgvið skuldi til dømis verða roynt og góðkent at nýta til frálæru. Harumframt skuldi tað estetiska eisini hava samanhangandi sniðgeving, greiður Kasper Lykkegaard Andersen, ið er innbúgvssamskipari hjá Arctic Import frá.

Hann sigur, at Arctic Import gjøgnum útboðsgongdina hevur havt góða og leypandi samrøður við Sunda Kommunu, eins og við føroysku teknistovuna, Brim Arkitektar, ið hava teknað nýggja uppíbygningin hjá skúlanum.

Innrættingin leggur seg tætt upp at skúlans arkitekturi

– Vit hava serliga samstarva við arkitektarnar í mun til innrættingina, og vit hava skotið upp loysnir, ið  leggja seg tætt upp at skúlans arkitekturi. Hetta er jú ein sera vakur skúli, íblástur úr stórbæru náttúruni kring bygdina, og hetta skuldi helst síggjast aftur í innbúgvinum, greiðir Kasper Lykkegard Andersen frá.

Umframt innbúgv og annan húsbúnað, veitir Arctic Import eisini aðrar non-food vørur, alt frá spæliplássum, útgerð til skúlar og barnagarðar, reingerðarvørur og útgerð til heilsu- og røktarøkið kring allar Føroyar.