Vit eru ikki ogn hjá nøkrum kapitalgrunni, men ogn hjá eini familju við hjarta á røttum stað. Vit vita væl, at um vit ikki uttan víðari kunnu skaffa kundunum eina ávísa vøru, so fáa teir hana ongastaðni - ikki fyrr enn um 5-6 vikur, tá ið næsta levering úr Danmark kemur.
Fyri Arctic Group hevur tað týdning, at øll starvsfólk vita og virða, at tað altíð er ein kundi í hinum endanum. Og at tað er okkara mál, at hann ella hon kennir seg væl saman við okkum.