Næmingur til Arctic Import

Tórshavn

Vilt tú vera partur av einum toymi, sum hvønn dag arbeiðir við at veita sínum viðskiftafólkum bestu hugsandi tænastuna? So er tað kanska júst tær, ið vit leita eftir!

Um tú hevur áhuga í at røkja viðskiftafólk okkara á besta hugsandi hátt og at veita teimum eina framúr tænastu og dygdarvørur, so er tað beint nú, at vit leita eftir einum slíkum persóni, sum kann gera toymið hjá okkum í Arctic Import enn sterkari. Tí vit leita nevnliga eftir einum ágrýtnum næmingi.

Í lærutíðini tryggja vit tær eitt gott umhvørvi, har tú kann mennast bæði fakliga og persónliga. Tú fært eisini atknýttan ein persónligan vegleiðara á læruplássinum, sum tú altíð kanst venda tær til. Lærutíðini er bæði á arbeiðsplássinum og á skúlabonki.

Hjá Arctic Import eru vit av teirri fatan, at ein góð byrjan er sera týdningarmikil, og tí kemur tú eisini gjøgnum eina byrjanartilgongd, sum skal tryggja, at tú kennir teg væl í nýggja starvinum.


Uppgávur:

  • Taka sær av fyrispurningum og bíleggingum frá viðskiftafólki
  • Hava samband við viðskiftafólk – bæði andlit til andlits, via telefon og talgilt
  • Vera partur av verkætlanaruppgávum umframt fyrisitingarligar uppgávur
  • Hjálpa til við fyrifallandi arbeiði, á goymslu og sølu
  • Rokningar og roknskaparsavnan
  • Ymiskt fyrifallandi


Tínir førleikar:

Vit ímynda okkum, at tú kennir teg aftur í fleiri av hesum førleikum: 

  • Tænastusinnað/ur og vil veita bestu tænastuna
  • Trívist í sambandi við nógv fólk
  • Tú hevur lokið miðnám
  • Ert stinn/ur í føroyskum og donskum
  • Er jalig/ur av lyndi
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt, skipað og miðvíst

 

Lærutíðin er:

  • 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt ella 3 ár við FHS

 

Um okkum:

Arctic Import er ein sterk familjufyritøka, sum bjóðar eitt breitt úrval av vørum til privatar fyritøkur, almennar stovnar, skúlar, innan dagstovnaøkið og onnur økir.

Gjøgnum drúgva virksemi okkara hava vit styrkt okkara førleikar og tænastur, soleiðis at vit í dag hava tríggjar deildir í ávikavíst Tórshavn, Nuuk og Aalborg. Høvuðsmarknaðarnir hjá okkum eru Føroyar, Grønland og Ísland.

At veita eina góða tænastu er okkara aðalmál. Okkara starvsfólk eru serfrøðingar á nógvum økjum og vita tí akkúrat, hvat ið krevst.

 

Umsóknarfreist:

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við sølustjóran, Sophus E. Dal-Christiansen á tlf +298 233666 ella á sdc@arcticimport.fo. Um hetta hevur tín áhuga og tú vilt gerast ein partur av okkara sterka toymi, so er bara at senda eina umsókn til við lívsrensli, CV, til Amalie Møller á hr@arcticimport.dk, skjótast til ber.

Vit hava samrøður leypandi og taka starvslýsingina burtur, tá ið rætti persónurin er funnin.

 

Samband

Sophus E. Dal-Christiansen á tlf +298 233666 ella á sdc@arcticimport.fo