Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?

Tórshavn

Dugir tú við fólki, dámar tær kundatænastu, og dámar tær fjølbroyttar uppgávur?
Um svarið er ja, so kann tað vera tær, vit leita eftir.

 

Arctic Import leitar eftir skrivstovufólki at arbeiða í móttøkuni í deild okkara í Havn. Talan er um fulltíðarstarv við fjølbroyttum uppgávum.

Arctic Import er partur av samtakinum Arctic Group, sum er ein sterkur heildarveitari í norðuratlantsøkinum. Vit hava eitt breitt non-food vøruúrval til skip, virkir og stovnar. Umframt deildina á Smiðjugerði í Havn hava vit deildir í Nuuk og í Aalborg.

Arbeiðsuppgávur
Tínar uppgávur vera í høvuðsheitum at taka ímóti kundum og veita teimum best møguligu tænastuna – bæði á staðnum og umvegis telefon. Haraftrat kemur tú at hjálpa til við sølu, vørumóttøku, goymslu og tollavgreiðslu, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.


Tú ert fyrikomandi, kundavinarlig/ur, tænastusinnað/ur og røkin. Tú tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt og so ert tú ágrýtin.
Vit vóna, at tú hevur:
• Royndir at arbeiða við avgreiðslu ella handil
• Royndir við kundarøkt
• Útbúgving innan skrivstovu ella logistikk
• KT-royndir við denti á AX – hetta er tó ikki ein treyt.


Umsókn og starvsbyrjan
Tú ert vælkomin at senda umsókn og CV til Mariu Brøðraberg á: mbr@arcticimport.fo. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú eisini venda tær til Mariu á tlf. +298 233662.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. juni.

Starvsbyrjan verður 1. august, men tó gjarna áðrenn.

 

Samband

Maria Brøðraberg, +298 233662, mbr@arcticimport.fo