Arctic Import er eitt sterkt samtak í Norðuratlantshavi við tænastu sum einum parti av okkara ílegum. Vit strekkja okkum langt fyri okkara kundar. Tað eru vit von við – og noydd til undir givnu fortreytum, og tað hevur altíð verið natúrligt fyri okkum.
Vit bjóða eitt breitt úrval av kolonialvørum til keypmenn, matstovur og skip, eins og eisini gerandisvørur og servørur til almennar og privatar fyritøkur. So við og við hava vit ment okkara førleikar og tænastur og hava nú tríggjar deildir: í Nuuk, Tórshavn og Aalborg umframt eina smásøluketu.
Tá ið Hin kongaligi grønlendski handilin (KGH) í 1972 flutti til Aalborg, gjørdist Grønland áhugavert hjá fleiri norðurjúskum handilsfeløgum. Grønland hevði tá stóran tørv á stórt sæð øllum brúksvørum.
Í 1973 fekk Poul Jørgen Nielsen sum nýlærdur byggiverkfrøðingur starv sum sølumaður í einum norðurjúskum timburhandli. Timburhandilin stovnaði eina grønlandsdeild, sum hevði til endamáls at uppbyggja eina sterka deild til sølu av byggitilfari í Grønlandi.
Ferðirnar til allar grønlendskar býir gingust væl, og hesar ferðir gjørdust grundarlag fyri eini lokalari umboðan í Nuuk. Ole Nielsen varð í 1977 settur í starv sum umboð fyri felagið har.
Umframt fyrispurningar um byggitilfar fingu tey eisini nógvar aðrar spurningar um ”alt millum himmal og jørð”, ein lastbil, ein krana ella bát, ein kanariufugl til børnini ella grønlendskar perlur til frúuna.
Hetta førdi við sær, at grundarlag skaptist fyri at selja vørur, sum ikki beinleiðis vóru byggivørur, og úrslitið gjørdist, at Poul Jørgen Nielsen og Ole Nielsen í oktober 1978 kundu stovna tað sjálvstøðuga grønlendska felagið Arctic Import. Sama ár fingu Poul Jørgen Nielsen og Ole Nielsen møguleika fyri at keypa tað lokala Eventyr Is Depot í Nuuk, sum seinni gjørdist grundarlagið undir smásøludeildini hjá Arctic Import.
Fyri at kunna geva tænastur til handverkarar í Grønlandi bleiv í 1985 ein amboðsmiðstøð stovnað í Nuuk. Líka síðani er hendan amboðsmiðstøð vaksin nógv, og í 2004 gjørdi ein øktur tørvur tað møguligt at fara at selja timbur og annað byggitilfar. Í 2005 blivu ein timburhandil og byggibúð latin upp á sama stað.
Sum ein natúrlig fylgja av menningini varð stovnað ein sjálvstøðug søludeild, sum skuldi selja til stovnar og gistingarhús. Deildin hevur serliga lagt seg eftir innrættingarloysnum og brúksvørum, og aftrat hesum virksemi er upprættað heilsøla til supermarknaðir, keypmenn og kioskir. Í 2001 varð sett á stovn heilsølugoymsla í Nuuk, haðani veittar verða lættumsetiligar gerandisvørur til handlar í tí grønlendska høvuðsstaðnum.
Í 1991yvirtók Arctic Import Ilulissat Centermarked, sum gjørdist byrjanin til yvirtøku av fleiri gerandisvøruhandlum í Grønlandi.
Í 1999 stovnaði felagið umboðan í Føroyum við støði í royndunum úr Grønlandi. Seinni er hetta virksemi flutt til tað føroyska dótturfelagið Blika, sum Arctic Import eigur 100 %. Við endan av 2018 broytti Blika navn til Arctic Import, soleiðis at allar tær norðatlantisku deildirnar hjá felagnum nú virka undir sama navni.
Við støddini av samtakinum gjørdi tað neyðugt í 2007 at umskipa virksemið soleiðis, at amboðsdeild, timbur- og byggibúð blivu skild frá Arctic Import og gjørdar til sjálvstøðug feløg undir navninum XL-BYG Arctic Import. Ein umskipan í 2011 førdi við sær sølu av XL-Byg Arctic Import, og harvið sølu av Trælast og pørtum av Håndværk og Industri.
Í dag hevur felagið fokus á tann grønlendska, føroyska og íslendska marknaðin, og Arctic Group er ein serkønur samhandilsfelagi fyri almenn og privat virkir. Gjøgnum sølufelagið Arcic Import A/S verða veittar kolonialvørur til keypmenn, matstovur og skip umframt eitt fjølbroytt úrval av gerandisvørum og servørum til almenn og privat virkir. Arctic Group eigur og rekur haraftrat smáhandilsketurnar Super1 og Easy2Go umframt matstovukonseptið Farmer's Grill & Take Away.
Arctic Import tryggjar skjóta, lætta og trygga veiting.