Virðini lýsa, hvørji vit eru, og hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Virðini hava týdning bæði í mun til okkara starvsfólk, men eisini í mun til okkara kundar og samstarvsfelagar.
Tann mentan, sum vit stremba eftir í Arctic Import samtakinum kemur ikki av sær sjálvari. Hon mennir seg alla tíðina, og tað er tað samlaða úrslitið av okkara gerðum og okkara atburði, sum lýsir okkara mentan.
ÁBYRGDARKENSLA
Vit stremba øll eftir at skapa eitt dámligt arbeiðspláss, har vit líta á hvørt annað og deila uppgávur og ábyrgd. Virkisfús taka vit ábyrgd og ognarskap av uppgávum okkara.
VIRÐING
Vit hugsa um, vísa áhuga fyri og virða hvønn annan sum starvsfelagar, og vit eru saman í einum óformellum umhvørvi. Vit hava og vísa virðing fyri tí mentanarmynstri og teimum sermerkjum, sum eru á teimum marknaðum, har vit virka.
TRÚVERDUGUR SAMSTARVSFELAGI
Vit eru mótvegis hvørjum øðrum, eins væl og kundum og veitarum, ein trúverdugur samstarvsfelagi, sum veitir dygd og meirvirði til tíðina. Vit vilja vera eitt trygt og álítandi val.
MENNINGARSINNI
Vit hava visiónir fyri framtíðina og hava støðugt eyguni vend móti menning av dygdargóðum kundaloysnum og innanhýsis-ábótum. Vit møta nýggjum hugskotum við opinleika og hava altíð tørvin hjá kundunum fyri eyga.
ELDHUGI
Vit arbeiða eldhugað fyri at skapa úrslit og arbeiða áhaldandi fyri at geva okkara kundum virðir. Vit vita, at hetta krevur samstarv og dygd í øllum liðum.