Flutningsserfrøđingar

Vit hava serfrøðingar, sum vita, hvat ið krevst, og góðar samstarvsfelagar til logistikkin. Vit vita, hvat krevst fyri at fáa vørur úr Danmark til tey norðuratlantisku londini, og tá ið vørurnar skulu flytast úr eini lokalari goymslu víðari til kundarnar.  Tað eru ikki nógv virkir, sum hava tað. Tað er ein førleiki, sum vit hava ment gjøgnum nógv ár. Ein førleiki, sum ikki er einfaldur, men kann tryggja greiðar flutningsloysnir bæði til Skálafjarðar, Húsavíkar, Uummannaq og Citrónfjørðin, og liva upp til tey professionellu krøvini frá m.a. Thule-basuni og Sirius-patruljuni, sum bara fáa vørur fáar ferðir um árið, og tí eru sera bundin av at fáa ta røttu vøruna.