Arctic Import heldur í ár, í 2018, sítt 40-ára hátíðarhald. Tað er ikki av tilvild, at vit eita Arctic Import. Norðuratlantshavið er okkara heimasjógvur, og her dámar okkum allarbest. Okkaru mongu ár á baki her ger, at vit kenna marknaðin sum fáur, og vit eru stolt av okkara norðuratlantiska arvi.
Vit bjóða eitt breitt úrval av kolonialvørum til keypmenn, matstovur og skip, eins og eisini gerandisvørur og servørur til almennar og privatar fyritøkur. Gjøgnum árini hava vit ment okkara førleikar og tænastur og hava nú tríggjar deildir: í Nuuk, Tórshavn og Aalborg, umframt eina smásøluketu.
Tá ið ein burturav livir av at útflyta vørur og veita tænastur til marknaðir, ið kunnu vera ringir at koma til, tá gerst lítið uttan nógvar royndir innan flutningsøkið. Og tað hevur Arctic Import.
Vit hava serfrøðingar, sum vita, hvat skal til, og góðar samstarvsfelagar til flutningin. Vit vita, hvat ið krevst fyri at fáa vørur úr Danmark til tey norðuratlantisku londini, og tá ið vørurnar skulu flytast úr eini lokalari goymslu víðari til kundarnar.
Les víðariTænasta er ein partur av okkara ílegum.
Vit fara heilt langt fyri okkara kundar. Tað eru vit von við – og noydd at gera undir givnu fortreytum – og tað hevur altíð verið púra natúrligt fyri okkum.
Fyri Arctic Group hevur tað týdning, at øll starvsfólk vita og virða, at tað altíð er ein kundi í hinum endanum. Og at tað er okkara mál, at hann ella hon kennir seg væl saman við okkum.
Les víðariVirðir eru við til at skapa mentanina – tey eru ein týdningarmikil partur av tí geranisdegi, sum vit virka í.
Virðini siga, hvørji vit eru, og hvussu vit fara við hvørjum øðrum. Tey hava týdning mótvegis okkara medarbeiðarum, men eisini mótvegis okkara kundum og samstarvsfeløgum. Tað hevur týdning, at bæði virki og starvsfólk góðtaka virðini. Vit trúgva upp á langtíðarsambandið, har vit samarbeiða, stuðla hvør øðrum og í felag menna eitt gott arbeiðsumhvørvi og eitt virki, sum gongur væl.
Les víðari
Sum eitt sterkt samtak í Norðuratlantshavi síggja vit tað sum okkaru uppgávu at taka ábyrgd av øllum okkara virksemi og viðvirka til eina jaliga menning í teimum samfeløgum, ið vit eru partur av.
Arctic Import stuðlar tiltøkum við sjálvbodnum arbeiði. Vit leggja okkum eftir at stuðla breitt antin við peningi ella vørum. Í 2018 stuðlaðu vit ítrótti, bókaútgávum og ymiskum vælgerandi tiltøkum.
Høvuðsendamálið við stuðli okkara er:
• At stuðla verkætlanum og tiltøkum, sum skapa virði í lokalsamfelagnum
• At stuðla við peningi ella vøru til ítøkiligar verkætlanir til frama fyri børnum
Vit stuðla ikki:
• Privatpersónum ella feløgum umvegis fast gjald