Vit veita alt til gistingarhús, matstovur, kaffistovur, stórkøkar, kantinur, matveiting, skip, legur v.m.
Kolonialvørur, frostvørur, feskar vørur og loysnir viðv. kaffiskipanum og skipsvistum.
Í sambandi við COVID-19 alheimsfarsóttina, hava vit øll upplivað eina munandi broyting í gerandisdegnum, har reinførið er fremst á breddanum. Javnført við at samfelagið letur upp aftur, og ymiskir handlar/stovnar/køkar byrja virksemi teirra aftur á ein skilagóðan hátt í mun til reinføri, er tørvur á vitan og amboðum. Vit hava savnað ein hóp av vørulistum, ið fevna um ymisk tól, ið eru viðvirkandi til at menna eitt trygt arbeiðsumhvørvi fyri starvs- og viðskiftafólk.
Vit bera so í bandi, at tú trygt kanst velja í einum stórum útboði av pappírshandklæðum, sápuautomatum, klútum v.m. Á henda hátt lýkur tú tey reinføriskrøv, ið sett eru í mun til reingerð og nøktandi reinføri, minkar um burturkastið og hevur samstundis tak á kostnaðinum.
EIN PAKKA, EITT PAPPÍR, EIN SERVIETT Í SENN
Í dag er burðadygd hægsta raðfestingin í fyritøkum kring knøttin. Starvsfólk og brúkarar raðfesta í økjandi mun burðardygd og vænta, at fyritøkurnar eisini gera tað. Hetta merkir, at íverksetan av burðardyggum gongdum er eitt krav í mun til framgongd, ongin fyritøkan kann síggja burtur frá.
MINKA – ENDURNÝT – NÝT AV NÝGGJUM
Nógvar matstovur eru tengdar av pakkitilfari og einnýtisvørum, óansæð um viðskiftafólkið etur á staðnum, tekur matin við sær út, ella bíleggur mat, ið verður borin út. Vit tryggja, at tú kanst skifta til meir burðardyggar møguleikar, og samstundis økja inntøkuna við at nýta minni. Ein broyting til “grønt skifti” hevur fyrimunir við sær, ið fara longri enn at bjarga klótuni. Tú sigur farvæl við óneyðugan kostnað og góðan dag við fleir viðskiftafólk.
Í nógvum matstovum og matarstøðum er ikki gjørligt at sleppa undan pappírs- og plastsburturkasti. Tìðum fáa viðskiftafólk handað, ella tey fáa sær sjálvi, serviettar, súgvirør og borðbúnað úr plasti, tí hetta er vorðið ein vani, hóast tey í veruleikanum ikki hava tørv á hesum lutum. Við snildum loysnum ber til hjá tær at hava tamarhald á nýtsluni og spara kostnaðin. Ein háttur er at seta upp haldarar, har etið verður, har ein bert fær eina ferð, so viðskiftafólkið ikki tekur fleiri serviettar, enn tey hava tørv á, ella bera so í bandi, at viðskiftafólkið ikki nýtir súgvirør.
Leinging av livitíðini hjá eini vøru við at endurnýta tilfarið er helst eitt av heimsins elstu snildum. Sí tær mongu snildu loysnirnar í vørulistanum við innpakking framleidd úr endurnýtslutilfari.
Øll menniskju eru før fyri at finna hættir, hvussu tey kunnu minka um pappírs- og innpakkingartilfarið. Lítlar broytingar í gerandisvanaverkinum kann verða ein hjálp fyri tína matstovu ella kaffihús á leiðini til at gerast meir burðardygg, ein pakki, eitt pappír.
Skift til innpakking og pappírsvørur við umhvørvismerki og triðjapartsgóðkenningum, og legg íløgur í meir framkomnar vørur, sum geva minni burturkast.
Set upp haldarar til innsavnan av tilfari til endurnýtslu, ið lættir um nýtsluna av hesum hjá bæði starvsfólki og viðskiftafólki.
Eyðmerk einnýtisvøru, ið kann steðgast, t.d. súgvirør og krúss úr pappíri og eggja viðskiftafólkið at taka borðbúnað við heimanífrá við at bjóða teim avsláttur.
Greið starvsfólkum tínum frá, hvussu týdningarmikið burðardygt virki er, og lat tey kenna seg sum partar av eini jaligari broyting.
Einnýtisloysnir kunnu verða viðvirkandi til at minka um nýtsluna av pappíri og serviettum millum starvsfólk og viðskiftafólk, og samstundis er hetta við til at spara pening og bjarga klótuni.
Vit hjálpa tær fegin.
Set teg í samband við okkum og fá eitt prát um bestu loysnir til tín.
info@arcticimport.fo
+298 60 66 66