Heilsu- og hjálpitól

Vit veita alt...

Støðugt er neyðugt at hava sjóneykuna á heilsurøkt. Vit bjóða eitt fullfíggja úrval av reinførisvørum, hjálpitólum, venjingartólum, læknaútgerð, arbeiðsligum búnýti v.m. Eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi fyri heilsustarvsfólk umfatar nógvar góðar arbeiðsstøður og møguleikar fyri eini smidligu innrætting, ið ger gerandisdagin lættari.

Heilsu – Røktaravís 2020

Í dagliga sambandinum við sjúklingar og vitjandi er alneyðugt við reinføri á hægsta støði í mun til at betra góðskuna og trygdina í mun til røktina, tú ynnir. Vit hjálpa tær við at hava tamarhald á reinførinum, so til ber hjá tær at savnað teg um tað, ið hevur størst týdning: at veita tínum sjúklingum bestu møguligu røktina. Vel trygt og rætt við stórum úrvali. Í Heilsu- og Røktaravísini er savnað ein long røð av vørum, ið nøkta flest allar tørvir innan heilsurøkt.

Finnur tú ikki tað, tú leitar eftir í avísini,
ella hevur tú tørv á kunning og vegleiðing, eru vit altíð til reiðar at veita tær neyðugu hjálpina.
Vit eru før fyri meir enn tað, tú sært í avísini.

Vit samstarva við bestu veitarunum

Vit virka professionelt við fremstu veitarunum innan hjálpitól og bjóða gjølla royndar og tryggar loysnir við best hugsandi høgleika, øktum flytlføri og størri sjálvbjargni fyri eldri og fólki, ið bera brek.

Harumframt hava vit eitt umfatandi vøruúrval, ið minkar um tær avbjóðingar, heilsurøktarstarvsfólk møta í sambandi við sjúklingahandfaring í dag.

Sí vøruskrá

Nýggjur, heiðursløntur koyristólur

Action Ampla er ein nýggjur, eindømis fastrammukoyristólur, ið kann faldast. Koyristólurin ber upp til 300 kg, harumframt tekur stólurin atlit til ynskini um eitt virkið lív hjá sjúklingi, ið vigar ov nógv. Handliga sniðgevingin av Ampla ger at stólurin er sera lættur at hava við í bilinum, umframt at sniðgevingin ger hann lættan at handfara, har rásarúmið er avmarkað. Hetta er stórur fyrimunur fyri koyristólsnýtaran, ið vigar ov nógv, ið annars er í vanda fyri at uppliva at verða tarnaður av smølum hurðabreiddum v.m. Ampla koyristólurin er lættur at falda.

Action Amplas heiðursvinnandi sniðgeving tekur atlit til kropssniðið hjá menniskjum, ið viga ov nógv og ymisku virkisstøðini hjá brúkaranum.

Nýggjur snildur koyristólur Invacare AVIVA RX

AVIVA RX er nýggjur el-koyristólur, har dentur er lagdur á í menningini av stólinum, at brúkarin røkkur bestu vektdeilingina, og best møguligu koyrieginleikarnar, óansæð hvat brúkarin vigar ella vakstrarlagið á viðkomandi.

Aviva RX er ein fastur, bakhjólsdrivin el-koyristólur, við hópin av nýggjum sermerkjum og møguleikum, millum annað eini framúrskarandi avfjarðingarskipan. Nýggja avfjarðingar- og stoytdoyvaraskipanin er flytbar í mun til vektina og koyritørvin hjá brúkaranum. Skipanin avfjarðar og stoytdoyvir koyristólin bæði framman og aftan, hvørt minkar um stoyt, bums og darran, umframt at skipanin veitir eina høgliga koyring, brúkarin kennir, hann hevur tamarhald á, óansæð um talan er um at brúkarin koyrir oman ella niðan, um koyrast skal yvir forðingar og óansæð, hvussu undirlagið er.

Nýtt gongustativ, ið kann faldast

Dolomite Gloss er gongustativ, ið kann faldast á síðuni, framleitt í nýhugsandi sniðgeving, ið bæði hevur stíl og framúrskarandi ergonomi.

Gloss er lættvektsgongustativ, ið einans vigar frá 5.9 kg, sum ger Dolomite Gloss til eitt av lættastu gongustativunum á marknaðinum.

Nýggj skúmmadrass

Essential Touch - Síðurnar á madrassuni eru støðugar til tess at stuðla best gjørligt í samband við at brúkarin fer úr og í røktarsongina. Støðufesti gevur lætta, trygga og høgliga flyting frá songini til standandi ella sitandi støðu, og tryggjar broyting av støðu ella áleggjan av segli, við at har er ein fastur og stuðlandi kantur.

SAMBAND VIÐ OKKUM

Vit hjálpa tær fegin.

Set teg í samband við okkum og fá eitt prát um bestu loysnir til tín.

TELDUPOSTUR

info@arcticimport.fo

TELEFON

+298 60 66 66