Vit eita nú Arctic Import

Blika broytir navn

Vit eita nú Arctic Import.

Frá 1. apríl broytir Blika navn til Arctic Import ... Og orsøkin er greið. Síðan 1992 hevur felagið itið JB Trade – eftir forbókstavunum hjá stovnarunum: Jákupi og Beini. Men um ártúsundskiftið broyttist navnið til Blika – eins og vit kenna tað í dag.

Alt byrjaði við sølu av vesipappíri og hondpappíri av merkinum KATRIN – umframt ymiska vaskiútgerð til húsarhald og vinnu. Hetta er í grundini tað, sum Blika er kent fyri: reingerð og kemi, sjálvt um vit í dag hava eina rúgva av øðrum tingum at bjóða uppá.

Í 2005 keypti Arctic Import, sum er eitt danskt felag, seg inn í Blika. Hetta hevði við sær eina umfatandi víðkan av vørum, har summar fóru at fevna um kontórvørur og aðra innbúgv, umframt útgerð til barnagarðar og skúlar.

Í 2014 keypti Arctic Import so tað, sum var eftir av Blika, og fekk harvið allan ognarrætt av felagnum. Talan er tó framvegis um eitt føroyskt felag við føroyskari leiðslu – á tiltiknu adressuni í Akranesgøtu 9 – men enn einaferð øktist vøruúrvalið.

Í dag er vøruúrvalið størri enn nakrantíð, tí nú er talan um loysnir innan fleiri ymisk øki. Vit eru nú heildarveitari til barnagarðar, skúlar, kontór, heilsu- og eldraøki – umframt vinnulívið á landi og á sjónum – hetta letur seg gera, tí vit nú eru partur av Arctic Import og tískil hava beinleiðis atgongd til ta servitan, tey hava ognað sær gjøgnum mong ár. Hetta er nakað, vit ætla at gera vart við. Fyrsta stigið er at fortelja um nýggja navnið, og hvat tað umboðar. Men næsta stigið er at fortelja, at vit frá 1. februar flyta í nýtt og størri kontór í Smiðjugerði 9 í Tórshavn, har vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum – og ikki minst at vísa tykkum okkara nýggja og vakra showroom við innbúgv til tann vinnuliga marknaðin.

 

Serfrøðingar í norðri

Arctic Import er partur av Arctic Group, og navnið er ikki av tilvild. Norðuratlantshavið er okkara heimavøllur, og gerandisdagurin her heima hevur okkara áhuga. Eftir sum vit hava verið stødd her í so mong ár, kenna vit marknaðin betur enn onnur. Vit vita, hvussu fólk hugsa og bera seg at. Vit kenna søguna, siðvenjurnar og tey serligu lívskorini, sum mynda londini í útnorðri. Einstøku marknaðirnir eru ymiskir, men felags fyri allar er, at teir varða av mentanararvi sínum.

Í 2018 var hátíðarhald fyri Arctic Import: 40 ár sum heildarveitari til almennar og privatar fyritøkur í útnorðri – við eini vøruskrá, ið fevnir frá tí siðbundna til tað serliga: innbúgv, nýtsluvørur og amboð. Vit fáa mynstrað fólk, sum hava stórt innlit í okkara vøruskrá og eitt hav av vinnugreinum. Vit eru serfrøðingar og vita, hvat skal til: Vit vita alt um vørur og vørustreymsamskipan. Vit veita snøgt sagt alt, og vit gera tað við einum smíli.

Tænasta er ein inngrógvin partur í okkara DNA. Vit fara sera langt fyri viðskiftafólk okkara. Soleiðis er, tá ið man er marknaðarleiðari í Norðuratlantshavinum. Fyri okkum er tað av stórum týdningi, at okkara oman fyri 200 starvsfólk vita og virðismeta viðskiftafólkið í hinum endanum.

Hetta hava vit í Blika altíð vitað. Vit eru enn eitt føroyskt toymi á leið átta fólk, sum fara all in fyri viðskiftafólkini. Nú bert undir navninum Arctic Import – og við uppaftur fleiri serfrøðingum aftan fyri okkum. 

Vælkomin til Arctic Import.