Jónfinn verður filmstjørna

Í 2019 broytir Blika navn til Arctic Import, og tað gleða vit okkum til.
Arctic Import hevur átt Blika síðani 2014, men vit halda fram við at vera ein føroysk fyritøka - við føroyskari leiðslu.

 

Smiðjugerði 9 í Tórshavn

Í vár flyta vit í størri hølir í Smiðjugerði 9 í Tórshavn.
Tað gleða vit okkum nógv til. Serliga gleða vit okkum til at bjóða tykkum vælkomin í okkara nýggja framsýningarhøli við innbúgvi til tann professionella marknaðin.

Okkara tilknýti til Arctic Import gevur okkum nógv fleiri møguleikar at bjóða eitt breitt og umfatandi vøruúrval í framtíðini.
Arctic Import, kundi í 2018, hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag sum heildarveitari til almennar og privatar fyritøkur í Norðuratlantshavi.  Eitt vøruúrval frá tí vanliga til tað serliga.

 

Arctic Import er partur av Arctic Group

Arctic Import er partur av Arctic Group, og navnið er ikki tilvildarligt. Norðuratlantsøkið er okkara heimavøllur, og tað er her, vit trívast. Eftir so nógv ár kenna vit marknaðirnar betur enn tey flestu, og við einum toymi á 8 fólk í deildini í Tórshavn gleða vit okkum til at veita kundum okkara eina góða tænastu frameftir.