Fáa tit tað besta út av tykkara fermetrum?

Kanska kunnu tit við fáum broytingum í hølum tykkara gera rúmið meiri funktionelt og hugnaligt at vera í. Vit loysa stórar og smáar uppgávur, frá smærri skrivstovum til endurmeting av tykkara innrætting.

LEGG TIL MERKIS
Vit bjóða hjálp til innrætting av skrivstovum, matstovum, stovnum o.ø.
Vit gera mátfastar flatmyndir og 3D-visualiseringar
Vit hava tætt samstarv við fleiri førandi arkitektar
Vit gera loysnir í samstarvi við tykkum og til tykkara tørv

Hjá okkum fáa tit bestu tænastuna, og vit tryggja, at ynskir tykkara verða gjørd sjónlig við veruleikagjørdum tekningum/myndum, áðrenn keyp av innbúgvi ella ígongdsetan av eini verkætlan.