Tekniski Skúli í Klaksvík

KLAKSVIK

Í sambandi við útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík, var útboð frá Landsverk uppá innbúgv og annað sent áhugaðum fyritøkum at bjóða uppá.

Samlað vóru x fyritøkur, sum bjóðaðu seg fram, og var tað okkum ein frøði at sleppa at vera veitarin í hesi verkætlan.

Tær veitingar, sum Blika stóð fyri, umfataðu millum annað stólar og borð til 175 næmingar umframt borð og stólar til onnur undirvísingarrúm. Eisini vóru skrivstovumøblar og klædnarúm partur av veitingini.

Avhendingin var í byrjanini av august mánaði í 2016. Vit fingu eitt mannsterkt tal av fólki frá svimjifelagnum Ægir at hjálpa til við innberingini av innbúgvi, sum fylti tvær fullar 40 fóts bingjur. Hetta, at brúka frítíðar- og ítróttarfelagsskapir at gera hetta slagi av arbeiði afturfyri stuðul, er ikki ókent hjá Blika. At stuðla nógvum óløntum frítíðarvirksemi á henda hátt, er nakað vit eisini eru errin av.

Okkara vón er, at Tekniski Skúli í Klaksvík eru nøgd við vøruna, ið tey hava fingið, og siga vit somleiðis takk til Landsverk fyri gott samstarv í hesi verkætlan.