Glasir í Tórshavn

Innbúgv til  Føroya størsta útbúgvingarstovn Glasir

 Glasir í Tórshavn er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1500 lesandi og 250 starvsfólkum. Útbúgvingarstovnurn varð tikin í nýtslu í august 2018 og er ein samanrenning av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Bygningurin er gott 19.500 m2 býtt á seks hæddir og er teknaður av tí altjóða viðurkendu arkitektafyritøkuni BIG Arkitektar, við danska arkitektinum Bjarke Ingels á odda, og sum hevur funnið íblástur í  hugtakandi landslagnum í og rundanum Tórshavn.

Arctic Import varð í samstarvi við innanduraarkitektunum Rosan Bosch valt sum veitari av loungemøblum og bókasavnsmøblum til Glasir.

Vit hava m.a. útvegað COURAGE-sofuna frá MITAB, eina Svanamerkta sofu, ið verður bygd av samansettum modulum, og sum hóskar sera væl til stór uppihaldsøki. COURAGE kan setast saman uppá fleiri ymiskar mátar og við ymiskum toyi til at skapa fjølbroytni ella til at binda saman.

Harafturat hevur Arctic Import staðið fyri stólum og sofum við høgum baki (SILHOUETTE) frá HAY, sum eru serliga góðir sum ljóðverja og góðir til at skapa smærri rúm í stórum rúmum.

Arctic Import hevur til bókasavnið veitt rundar bókasavnsmøblar, sum geva skjól til smærri lesi- og hugdýpingarrúm.