Atuarfik Mathias Storch

ILULISSAT

Arcitc Import vann almenna útboðið upp á innbúgv til skúlan Atuarfik Mathias Storch í Illulissat. Vit veittu teimum touch-skermar, borð, stólar, goymslu, sofur, talvur, lampur, ur, uttanduramøplar, gardinur, grafikk, køksbúnyttur, amboð o.a.

Arctic Import hevur havt tætt samstarv við arkitektar um litsamanseting, mongd og val av tilfari fyri at tryggja, at skúlin fær ta allarbestu loysnina.

SKÚLAHØLINI

Skúlahølini eru útgjørd við aktivu skúlastólunum Ray, umframt borðunum SUB, ið kunnu stillast eftir hædd. Bæði frá Labofa. Harafturat talvur frá Prowise og whiteboard og uppslagstalvur frá Abstracta.

SKÚLATORGIÐ

Skúlatorgið hevur ymisk felagsøki, har næmingarnir eta og eru saman. Tey rundu borðini og Mood-stólarnir eru frá Randers Radius Design, og í fríøkinum eru sekkjastólar frá Fatboy.

OVASTA HÆDDIN Í SKÚLATORGINUM

Ovasta hæddin er innrættað við bleytum møplum, ið kunnu setast saman, sum man hevur hug. Her eru pútur og rundir puffar frá Softline umframt ta samansettu sofuna frá Howe. Teir mobilu skjólveggirnir frá Abstracta eru góðir, tá ið man ynskir smærri rúm í einum stórum rúmi.

GOYMSLURÚM, SKELTING OG FYRISITING

Í goymslurúminum hava tey valt eina loysn við lagaligum stálhillum frá BCI biblioteksinventar. Skeltingin innan- og uttandura er sergjørd til júst hesa uppgávuna. Fyrisitingin er innrættað við tíðarleysum borðum og goymsluskápum frá Holmris, umframt tí snøgga og ergonomiska Cobra- stólinum frá Labofa. Her hevur dentur verið lagdur á smærri lutir sum borðvegg og lampu, umframt goymsluboks úr ektaðum eikiviði.

SKÚLASTOVUR OG KLÆDNARÚM

Í skúlastovunum verða krakkar nýttir heldur enn stólar, umframt smærri trýkantsborð, ið verða sett saman á ymiskan hátt. Klædnarúmini eru innrættað við mobilum klædnaskápum. Har eru hattahillar við knaggum og skógvahillar við rist undir, so vatn fær runnið frá.